Hvat er Ongland?
Býurin, sum Oliver flýddi til, tá hann rýmdi úr fátækrahúsinum.
Hvat er London?
Harðrendi fosturpápi Davids.
Hvør er harra Murdstone?
Vandamikla arbeiðið, har lítlir og klænir dreingir máttu klintra og gerast skitin av sóti.
Hvat er skorsteinsfeiðari?
Drotningin í hesum tíðarskeiðnum
Hvør var drotning Victoria?
Bókin, sum Dickens skrivaði partvís um seg sjálvan.
(Autofiktión)
Hvat er David Copperfied?
Kendi setningurin, sum Oliver sigur við Harra Bumble.
Hvat er: "Harri, orsakið meg, men eg ynski at fáa meiri" (Please sir, I want some more)?
Aldurin, sum David hevði, tá lívið broyttist, tí mamman giftist uppaftur.
Hvat er fýra?
Arbeiðsplássið undir jørðini, har børn børn arbeiddu í bølamyrkri í upp til 12 tímar við at opna og lata hurðar aftur fyri vagnum.
Hvat er eitt kolanám?
Nýggja og slóðbrótandi uppfinningin, sum broytti arbeiðsmøguleikarnar.
Hvat er dampmaskinan?
Tann kenda søgan, har Ebenezer Scrooge lærir at gerast góður?
Hvat er eitt jólaævintýr (A Christmas Carol)
Tað, sum Dodger og Fagin ætlaðu, at Oliver skuldi gerast.
Hvat er tjóvur?
Talið á døgum, sum David sat innilæstur í myrka og skitna rúminum, eftir at hann hevði bitið fosturpápan.
Hvat er fimm?
Aldurin sum børn høvdu, tá tey kundu byrja at arbeiða í viktoriansku tíðini.
Hvat er fýra ár?
Svarta dustið og tætti roykurin frá verksmiðjunum, sum lógu sum ein dýna yvir London, og sum førdu við sær, at tað var trupult at anda.
Hvat er smog?
Árstalið tá Charles Dickens varð føddur.
Hvat er 1812?
Óndi maðurin, sum Oliver hittir inni hjá Fagin.
Hvør er Bill Sikes?
Tað seinasta, sum David fekk frá Pegotty, áðrenn hann varð sendur burtur til Salem skúlan.
Hvat er nýbakaðir bollar (og ein seðil frá mammuni)?
Tað sum børnini seldu á gøtuni fyri at vinna sær pening.
Hvat er svávulpinnar?
Stóra broytingin í samfelagnum, har fólk fluttu burtur frá landbúnaðinum og inn til býirnar fyri at arbeiða á verksmiðjum?
Hvat er ídnaðarkollveltingin?
Arbeiðið, sum Charles Dickens varð tvungin til sum barn, tá pápin fór í skuldarfongsul?
Hvat er arbeiðið á eini (skósvertu)fabrikk?
Fitti maðurin, sum tekur Oliver til sín og vísir seg at vera ommubeiggi hansara.
Hvør er Harra Brownlow?
Býurin, har fastirin Betsy Trotwood búði.
Hvat er Dover?
Heitið, sum varð nýtt um børn, sum leitaðu eftir virðislutum í ánni Themsen.
Hvat er mudlarks?
Tíðarskeiðið, ið viktorianska tíðin vardi.
Hvat er 1837-1901?