Hvat er størsti kertilin í kroppinum?
Livurin.
Umleið hvussu nógv prosent av kroppinum er vatn?
60 %
Hvat verjir kroppin móti sjúkum?
Verjuskipanin.
Hvat evni í cannabis gevur rús?
THC
Hvat evni í sigarettum ger fólk bundin av royking?
Nikotin
Hvar goymir kroppurin mest fiti?
Í fitivevnaðinum.
Hvørjir blóðkroppar flyta oxygen?
Reyðir blóðkroppar.
Hvørjir blóðkroppar hjálpa okkum at berjast móti sjúku?
Hvítir blóðkroppar.
Úr hvørjari plantu verður hash gjørt?
Cannabis
Hvat eitur alkoholið, sum er í alkoholiskum drykkjum?
Ethanol
Hvørji tvey sløg av fitivevnaði hava vit?
Hvítt og brúnt fitivevnað.
Hvat hjálpa blóðplátur við?
At fáa blóðið at storkna.
Hvat kann ein álopskykna gera við eina bakteriu?
Eta hana
Nevn eitt doyvandi rúsevni.
Mofin / Heroin
Hvar verður mest alkohol tikið upp í kroppin?
Í smágørnunum.
Hvat evni í kyknuhinnuni hjálpir henni at vera hóskandi bleyt?
Kolesterol.
Hvat gera nýruni?
Tey reinsa blóðið.
Hvat gera B-kyknur
Tær gera andevni.
Hvat rúsevni verður gjørt úr morfini?
Heroin
Hvat lívgagn brennir mest av alkoholinum?
Livurin
Hvat ger livurin, sum hjálpir okkum at sodna fiti?
Hann ger gall.
Hvat eitur vætan í blóðinum?
Blóðvæta.
Hvat gera minniskyknur?
Tær minnast smittuna.
Hvat rúsevni verður vunnið úr opiumsplantuni?
Opium
Hvat kann henda við javnvágini, tá ein drekkur alkohol?
Hon verður verri.