Ger setningin lidnan:
"Við lóg skal land ......."
byggjast
Ein 12 ára gamal drongur bleiv kongur í Danmark í 1588. Hvussu æt hann?
Kristian 4.
Hvussu nógv fólk eru vald í løgtingið?
33
Hvat mál varð tosað í kirkjuni fyrst í 1900-talinum?
Danskt
Hvør var fyrsti politiski flokkur, sum var stovnaður í Føroyum?
Sambandsflokkurin
Hvussu eitur staðið, har m.a. løgmaður hevur sín arbeiðsstað (skrivstovu)?
Tinganes
Til hvønn bý í Danmark blivu føroysku hosurnar seldar til?
Keypmannahavn
Fyrr í tíðini høvdu nógv lond einaræði (ein kongur ráddi), men hvussu eitur tað, sum vit hava í Føroyum í dag, har fólkið sleppur at velja?
Fólkaræði (deomkrati)
Í hvørjari øld bleiv tað vanligt at ganga í fólkaskúla í Føroyum?
19.øld (aftaná 1872)
Hvat ár hersettu bretar Føroyar?
1940
Í hvørjari øld blivu seinastu fólkini dømd til deyða í Føroyum?
18. øld (1706)
Hosur vóru í nógv ár stóra útflutningvøran hjá Føroyum, men hvat bleiv seinni størsta útflutningsvøran og er tað enn?
Fiskur
Hvat ár bleiv USA stovnað?
1776
Hetta er skrivað við stavsetingini hjá Jacob Jacobsen:
y Førjun mangjir tóko
Hvussu stava vit hetta í dag?
í Føroyum mangir tóku
Hvat ár fingu Føroyar heimastýrið? (sum vit hava enn)
1948
Hvussu kallast íslendska tingið (løgtingið)?
Altingið
Í hvørjari øld var hosuuppreisturin?
17. øld
Hvussu æt maðurin, sum tók valdið í Fraklandi í 1799 og bleiv keisari?
Napoleon Bonaparte
Í hvørjari bygd/býi í Føroyum var tann fyrsti háskúlin?
Klaksvík
Hvussu eitur einasti kvinnuligi løgmaður, sum Føroyar hava havt?
Marita Petersen
Hvussu kallaði man fólk, sum skuldi fremja eina deyðarevsing?
Ein bøðil
Nær var kongiligi einahandilin avtikin? (+- 20 ár)
1856
Hvussu eitur danska tingið (løgtingið)?
Fólkatingið
Hvussu æt maðurin, sum gjørdi føroyska skriftmálið?
V.U. Hammershaimb
Hvør hevur verið longst løgmaður í Føroyum?
Atli Dam