Hvønn dag reis Jesus upp úr grøvini?
1. Páskadag
Hvussu æt hann sum sveik Jesus?
Judas
Hvussu æt hann sum dømdi Jesus?
Pontius Pilatus
Hvønn lit knýta vit vanliga til páskir?
Gult
Hvussu eitur høgtíðin har vit minnast at Jesus bleiv føddur?
Jól
Hvat hendi langa fríggjadag?
Jesus bleiv krossfestur
Hvat skuldi eitt djór gera eftir at Pætur hevði avnokta Jesus?
Hanin skuldi gala
Hvussu nógvir krossar vóru á Golgata?
3
Hvat kjøt er vanligt at eta á páskum?
Lambskjøt
Hvør dagur er 25. apríl?
Flaggdagur
Hvat hendi pálma sunnudag?
Jesus reið á einum asna inn í Jerusalem
Hvussu eitur havin har sum Jesus bað?
Getsemane
Hvussu æt fangin, ið bleiv leyslatin í staðin fyri Jesus?
Barabas
Hví halda jødarnir páskir?
Minnast tað sum hendi í Egyptalandi (Móses)
Hvør dagur er 12. mars?
Grækarismessa
Hvat hendi skírishósdag?
Jesus breyt breyðið og vaskaði føturnar hjá lærusveinunum
Hvat gjørdu lærusveinarnir meðan Jesus bað í Getsemane?
Svóvu
Hvat hendi í templinum tá ið Jesus doyði?
Forhangið skrædnaði í tvey
Hvønn vísti Jesus seg fyrst fyri eftir at hann reis upp aftur?
Mariu Magdalenu
Hvør dagur er 1. novembur?
Alla Halgannadagur - minningardagur teirra sjólátnu.
Vit mangla ein dag í samband við páskir, men hann er ikki fyrrenn 40 dagar eftir páskir. Hvat er tað fyri dagur?
Kristi himmalferðardagur
Hvat gjørdi tann eini lærusveinurin við ein av tænarunum hjá høvuðsprestinum, tá teir komu at taka Jesus?
Høgdi oyra av honum
Hvat stóð á krossinum hjá Jesusi?
INRI - Kongur Jødanna
Hvat gera vit vanliga 2. Páskadag?
Rulla páskaregg
Hvør dagur er til minnis um, tá Jesus fór til himmals fyri aðru ferð?
Kristi Himmalferðardagur