Hvussu eitur føroyski stórmeistarin í talvi?
Helgi Dam Ziska
Hvat er grundevni nummar eitt í periodisku skipanini?
Hydrogen, H.
Hvør bygd hevur postnummar 490?
Strendur
Hvør hevði sína styrki í sínum langa hári sambært bíbliuni?
Samson
Hvør skrivaði ævintýrið “Den grimme ælling”?
H.C. Andersen
Hvat er elsta fótbóltsfelag í Føroyum?
TB, 1892
Hvussu nógv stig eru tilsamans í einum tríkanti? (Vinkulsummur)
180 stig
Hvor er sunnasta bygd á Sandoynni?
Dalur
Hvør profetur úr bíbliuni bleiv tveittur í leyvubøli og ovn uttan at fáa skaða?
Dánjal
Hvussu eitur hesturin hjá Lucky Luke?
Jolly Jumper
Hvussu nevnest stóri finaludysturin í NFL? (Amerikansur fótbóltur)
Super Bowl
Hvussu leingi tekur tað ljósinum at koma frá sólini til jørðina - umleið 8 sekund, 8 minuttir, 8 tímar ella 8 dagar?
Uml. 8 minuttir
Hvør er lægsta oyggj í Føroyum?
Nólsoy
Hvussu æt tann ovasti gudurin í norrønu gudalæru?
Óðin
Hvussu eitur bókarøðin, har ein persónur m.a. annað nevnist Droya Drós?
Herviligi Henry
Hvør er liðskipar á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti?
Ásla Johannesen
Hvør litur sæst ovast í einum ælaboga
Reyður
Hvussu eitur tangin, sum liggur syðst á vestara armi á Skálafjørðinum?
Raktangi
Hvussu æt fjallið, har Móses fekk steintalvurnar við teimum 10 boðunum?
Sinai
Hvønn skóg knýtir søgnin um Robin Hood seg til?
Sherwood skógin
Hvørjum týskum hondbóltsfelagi spælir Elias á Skipagøtu við?
THW Kiel
Hvat er ein fjórðinger ferðir ein fjóðring?
1/16
Hvat er størsta landið í Afrika?
Algeria?
Í hvørjari bók í bíbliuni lesa vit tað siðbundna jólaevangeliið, sum byrjar: “Tað komu boð frá Augustusi keisara…”
Lukasar evangeliið
Í hvørjari skaldsøgu eftir Victor Hugo møta vit høvuðspersóninum Quasimodo?
Klokkarin frá Notre Dame