Olaf er tosandi kavamaðurin í hesum filminum.
Hvat er "Frozen"?
Hesin frymilin roknar hypotenusuna (langsíðuna) hjá einum rættvinklaðum tríkanti.
Hvat er Pythagoras?
a^2+b^2=c^2
Hetta árið verða Føroyar vertir fyri Oyggjaleikirnir.
Hvat er 2027?
Høvuðskeldan til orku hjá plantum.
Hvat er sólarljós?
Børn sum skikka sær illa fáa hetta frá jólamanninum.
Hvat er kol?
Hesin skálkurin drap Mufasa í "Lion King"
Hvør er Scar?
Hetta betalir tú eftir eitt ár, um tú lænir 10.000 kr við 2% rentu.
Hvat er 200 kr?
Talið av liðum í Betri Deild, menn (fótbóltur).
Hvat er 10?
Minsta eindin í eini livandi veru.
Hvat er ein kykna?
Staðið har Jesus var føddur.
Hvat er Betlehem?
Sangurin "A Whole New World" er í hesum filminum.
Hvat er "Aladdin"?
Funktiónin við frymlinum:
y = ax + b
Hvat er ein linjufunktión?
Føroyska fótbóltsfelagið við bestu altjóða úrslitum.
Hvat er KÍ?
Hesin kropsparturin reinsar blóðið fyri dálkingarevni.
Hvat eru nýruni?
Henda fyritøkan var við til at gera jólamannin reyðan.
Hvat er Coca Cola?
Tann fyrsti teknaði spælifilmurin.
Hvat er "Snóhvíta"?
Víddin á eini pizza við tvørmátinum 30 cm.
Hvat er 706,9?
Støðan millum Liverpool og Manchester United 5. mars 2023.
Hvat er 7-0 til Liverpool?
Hesin parturin av heilanum stýrir minni og lærdómi.
Hvat er hippocampus?
Vísmennirnir góvu hesar gávur til Jesusbarnið.
Hvat er gull, roykilsi og myrra?
Ein ung kvinna varð fangað í einum slotti í Fraklandi í hesum filminum (Oscar nomineraður í 1991).
Hvat er "Beauty and the Beast"?
Kurvan sum myndar eina líkning av aðru grad.
Hvat er ein parabul?
Føroyska U18 landsliðið í hondbólti vann á hesum landinum í 2017 við støðuni 25-24.
Hvat er Grikkaland?
Hetta er kraftverkið hjá kyknum.
Hvat er mitokondrier?
Navnið á keisaranum sum gav boð um fólkateljingina tá Maria var við barn.
Hvør var Augustus?