Málburður
Politikkur
Samfelag
Landalæra
Tónleikur
100

Hvat tekin varð lagt aftur at Morse-stavraðnum í 2004 sum tað fyrsta í 60 ár?

@

100

Hvør politiskur flokkur hevur fram til ársskiftið 2021-2022 havt flestar ymiskar løgmenn eftir heimastýrislógina?

Sambandsflokkurin (6 ymiskar løgmenn)

100

Hvat ár kom fyrsti bilurin til Føroya? - 1902, 1912, 1922 ella 1932?

1922

100

Hvussu kallaðist Myanmar áðrenn navnaskiftið?

Burma

100

Hvør gav út heildarútgávuna "Blackstar" á 69 ára føðingardegi sínum í januar 2016 og doyði bert tveir dagar aftaná?

David Bowie

200

Hvat stendur styttingin "cc" fyri, sum ofta verður brúkt í teldupostum?

Carbon copy

200

Hvussu kallast russiska parlamentið?

Duma

200

Fyrr vóru biografar í nógvum bygdum í Føroyum. í Vági var m.a. Vágs bio. Við ársbyrjan 2022 var ein kend kafé í hesum bygningi. Hvussu nevnist kaféin?

Hjá Jugga

200

Norðast á Streymoynni á vestara armi á Sjeyndum stendur eitt 564 metra høgt fjall. Hvussu eitur tað?

Mýlingur

200

í 2012 bleiv ein føroysk songkvinna innstilla til eina Grammy-virðisløn, sum tann fyrsta nakrantíð. Hvør var hon?

Greta Svabo Bech

300

Hvør dagur í vikuni verður kallaður "viernes" í Spania?

Fríggjadagur

300

Hvør gjørdis ST aðalskrivari í 1997?

Kofi Annan

300

Hvat ár byrjaðu fyrstu næmingarnir á Føroya Studentaskúla? - 1917, 1927, 1937 ella 1947?

1937

300

Hvør av hesum fýra bygdunum liggur norðast - Saksun, Elduvík, Kunoy ella Svínoy

Kunoy

300

Hvør skrivaði tónleikin til sangleikin "Evita"?

Andrew Lloyd-Webber

400

Hvat merkir sagnorðið "at sýsa" - ganga og grenja, ganga og pjakast, ganga og bíða ella ganga og stúra?

Ganga og pjakast

400

Nær var Miðflokkurin stovnaður?

(30. mai) 1992

400

Hvussu kallast enska tíðindablaðið, sum varð givið út fyri seinastu ferð í 2011 eftir drúgvar gølur um m.a. telefonavlurting og teldusníking?

News of the World

400

Hvussu eitur minsti staturin í USA?

Rhode Island

400

Hvør tónleikari hevur verið limur í bólkum sum Mold, Clickhaze, 200, Marius og Yggdrasil?

Mikael Blak

500

Hvat merkir orðið uppikipping? - nakað, ið verður hongt til turkingar - okkurt evni, ið er liðugt at tosa um ella okkurt evni, sum ferð eftir ferð verður tikið upp aftur

Okkurt evni, sum ferð eftir ferð verður tikið upp aftur

500

Nær legði Jørgen Niclasen frá sær sum landsstýrismaður í Fiskimálum?

2003

500

Hvaðani komu fyrstu harurnar, ið vóru sleptar í Føroyum?

Noregi

500

Hvør høvuðsstaður liggur longst norðuri?

Reykjavík

500

Hvør vann eina Planet Award í 2007 fyri útgávuna "Let Your Scars Dance" ?

Lena Andersen

M
e
n
u