Ein útvarpsrás gevst at senda í 2021, hvør?
R7
Jens L. Thomsen hevur snikkað eina ljóðmynd saman, sum kann hoyrast, tá man koyrir í nýggja Eysturoyar-tunlinum. Hvussu kallast fyrrverandi tónleikabólkurin, sum Jens L. Thomsen var partur av, og sum m.a. Høgni Lisberg og Eivør Pálsdóttir eisini vóru við í?
Clickhaze
Hvat land vann EM í hondbólti hjá kvinnum í 2020?
Norra
Hvussu kallast demokratiska valevni, sum fyrr í ár vann forsetavalið í USA?
Joe Biden
Fyrr í ár doyði ein víðagitin skoti, sum spældi fyrsta leiklutin sum agent 007. Umframt at vera ímyndin av superagentinum, er hann kendur fyri sína eyðkendu rødd. So kann eisini nevnast, at People Magazine stemmaði hendan mannin, sum tann "Sexutasta mannin seinastu 100 árini" í 1999.
Sean Connery
Hvussu kallast nýggja ferjan hjá SSL, sum hevur siglt millum Tórshavn og Nólsoy síðani oktober í ár? Fyrr í desember brustu nakrir rútar inn á ferjuni undir sigling
Erla Kongsdóttir
Fyrr í ár doyði ein kendur sangari, sum m.a. átti sangirnar "Island in the Stream" og "The Gambler". Hvør var hann?
Kenny Rogers
Hvør leikari fekk debut fyri sítt lið í finaluni um Løgmanssteypið í desember?
Martin Klein Joensen
Hvør verður eftir ársskifti nýggjur borgarstjóri í Eystur Kommunu?
Per Martin Gregersen
Hvussu eitur filmsleikarin, sum skiltist frá konuni, Amber Heard, í 2017? Filmsleikarin hevur verið í veruligum ódnarveðri seinastu tíðina, og fyri stuttum gjørdist tað greitt, at Mads Mikkelsen skal avloysa hann í leiklutinum sum tann óndi Grindelwald í triðja Fantastic Beasts filminum.
Johnny Depp
Hvør fyritøka stendur aftanfyri koppingarevninum fyri Covid-19, sum vit í Føroyum nú hava fingið 1.000 eindir av?
Pfizer
Hvør sangur vann í mars í ár virðislønina fyri besta sang, tá árliga FMA var hildið í Norðurlandahúsinum?
Kostbar hjá Inga Poulsen
Hvør leikari bleiv toppskjútti í 1. deild við 18 málum?
Andri Benjaminsen, B68
Í apríl í ár gingu leysasøgur um at ovasti leiðarin í Norðurkorea var deyður. Tað vísti seg seinni, at tað ikki var hald í hesum. Hvussu kallast hesin einaráðisharrin?
Kim Jong Un
Tann 28 august í ár doyði tann 41 ára gamli Chadwick Boseman av krabbameini. Hvør er filmurin, sum tekur støði í Marvel-universinum, sum hann er best kendur fyri?
Black Panther
Hvør var fyrsti føroyingurin við Covid-19?
Kaj J. Skipanes
Hvør 18-ára gomul songkvinna skrivaði søgu, tá hon fyrr í ár vann fýra tær mest eftirtraktaðu Grammy-virðislønirnar fyri "Best New Artist", "Record of the Year", "Album of the Year" og "Song of the Year"?
Billie Eilish
Hvør basketball legenda doyði fyrr í ár, tá hann var í tyrlu, sum datt niður í Kalifornia? Hann hevði júst verið til dyst hjá fyrrverandi liðið sínum, LA Lakers.
Kobe Bryant
Hvussu eitur formaðurin fyri danska flokkin, Venstre, sum tók yvir eftir Lars Løkke Rasmussen í 2019?
Jakob Ellemann-Jensen
Nevn báðar filmsleikararnar við høvuðsleiklutunum í skemtifilminum frá fyrr í ár, "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga".
Will Ferrell og Rachel McAdams
Hvussu kallaðist tann afroamerikanski maðurin, sum í mai varð dripin av einum politisti í USA; hvørs hending eftirfylgjandi setti gongd á rørsluna "Black Lives Matter"?
George Floyd
Hvør afroamerikanskur country sangari, sum millum annað eigur lagið "Kiss an Angel Good Morning", doyði fyrr í ár av Covid-19? Hesin verður sæddur sum undangongumaður fyri allar afroamerikanarar í country-genruni.
Charley Pride
Amerikanskur fótbóltur: Hvat lið vann ársins Super Bowl í februar í ár?
Kansas City Chiefs
Hvussu eitur føroyingurin, sum fyrr í ár varð settur sum fyrsti føroyski sendimaðurin í Ísrael?
John Rajani
Hvussu kallast størsta sjónvarps-sendirøðin, sum skal upptakast í Føroyum? Tað var fyrr í ár ivasamt um verkætlanin bleiv til nakað vegna væntandi fígging.
TROM