Hvat merkir keypsorka?
Pengar geva keypsorku. Tey, sum eiga nógvar pengar, hava stóra keypsorku.
Hvat kann renna, men hevur ongar føtur?
Ein á.
Hvat er at skilja burturkast?
At skilja burturkastið sundur, alt eftir, hvat slag talan er um. T.d. matur, pappír, glas, battaríir o.a.
Kann tað endurnýtast?
Hvørji eru tey ið velja politikarar til løgtingið?
veljarirnir, fólkið í føroyum
Hvønn verjir keypilógi?
kundan
Hvat er neyðugt og óneyðugt brúk?
Neyðugt brúk: Tað, ið er neyðugt fyri at yvirliva t.d matur
Óneyðugt brúk: Tað, ið ikki er alneyðugt t.d. hotel uppihald
Hvat verður vátari, jú meira tú nýtir tað?
Eitt handklæði
Hvat merkir "koyr á vestfallið"?
At tveita burturkast á sjógv
Hørjar tænastur fáa vit afturfyri tann skattin vit gjalda til landið?
Sjúkrahús, skúlagongd og aðrar almennar tænstur
Hvat er garanti?
Keypir tú eina vøru við garanti, lovar seljarin, at vøran hevur ávísa góðsku og ávísan standard. Verður vøran oyðiløgd, áðrenn ásetta tíðin í garantiini er farin, hevur tú rætt til at klaga.
Hvat er brúksvirði og ímyndað virði? Nevn dømir.
Brúksvirði: T.d. ein hamari hevur brúksvirði. Tú mást brúka hann at negla við, tá ið tú smíðar okkurt.
Ímyndað virið: Ein t-shirt við búmerki hjá einum fótbóltsfelagi hevur fyrst og fremst eitt symbolskt virði. Merkið og liturin fleirfalda kostnaðin.
Eg havi nøvn, men eg eri ikki ein persónur. Eg havi bløð, men eg eri ikki eitt træ. Hvat eri eg?
Ein bók
Hvat er ein fíggjarætlan?
Ætlan fyri, hvussu tú nýtir tínar pengar á ein skilagóðan hátt.
hvør stovnur í føroyum tekur sær av løgfrøðiligum viðurskiftum, m.a. rættargongd og revsimál?
Føroya rættur
Hvørjar internetfyritøkur brúka tínar upplýsingar? nevn eina.
Fyritøkur sum Google, Facebook, Tik Tok og Meta brúka tínar upplýsingar fyri at gera lýsingar ið passa júst til tín.
Nevn okkurt, ið ávirkar brúksmynstrið.
Eg eri sterkari enn steinur, men eg kann brótast við einum orði. Hvat eri eg?
Eitt lyfti
Hvat merkir orðið "fátækraváði"?
Hvussu eitur tað frælsi borgarir hava í einum samfelag, har ein kann siga sína meining uttan at verða revsaður?
Talufrælsi
Hvør lóg bannar villleiðandi lýsingar?
Marknaðarføringarlógin
Hvat merkir tað, at søla av vørum er rættvís? (Fair trade).
Fair-trade-merkið vissar, at smábøndur og arbeiðsfólk í fátøkum londum hava trygg arbeiðsviðurskifti og fáa góðan prís fyri framleiddu vøruna.
(Sjokoláta ;))
Jú meira tú hevur av mær, jú minni sært tú. Hvat eri eg?
Myrkur.
Hvat er eitt materialistiskt samfelag?
Eitt samfelag, ið leggur dent á tilfar, so sum pengar, klæðir, elektronikk o.a.
Hvør stovnur hjálpir tær um tú gert arbeiðsleysur?
ALS (Arbeiðsloysisskipanin)
Hvør almennur stovnur eftirkannar um marknaðarføringin hjá handlum og stovnum er í lagi?
Brúkaraumboðið