Trúbótin
Magnus Heinason
Sóttirnar
Nólsoyar Páll
Sigmundur og Tórur
100

Í hvørji øld kom trúbótin til Føroyar?

16. øld. (1540)

100

Hvar bleiv Magnus Heinason hálshøgdur?

Á Gamlatorgi í Keypmannahavn.

100

Hvat er ein sótt?

Tað er ein sjúka

100

Hvar vaks Nólsoyar Páll upp?

Í Nólsoy

100

Hvørjir tríggir høvdingar sláa seg saman til at Brestir og Beinir av døgum?

Svínoyar Bjarni, Havgrímur í Hovi og Tróndur í Gøtu.

200

Hvat stendur 'trúbótin' fyri?

Katólska kirkjan verður avtikin og lutherska innsett í staðin.

200

Hví gjørdist Magnus Heinason so uppsettur upp á at berja sjórænarar niður?

Stutt eftir at hann hevði fingið skip at føra, rændu sjórænarar skipið. Magnus var háðaður, tá hann kom til Noregs. Tá lovaði hann hevnd yvir sjórænararnar.

200

Hvør hjálpti teimum sjúku í elstu tíðum?

Ólærdir menn og ólærdar kvinnur

200

Hví gekk Nólsoyar Páll í skúla í Havn?

Tí eingin skúli var í Nólsoy

200

Sigmundur kristnaði Føroyar. Tróndur vildi ikki taka við nýggjari trúgv. Hvussu bar Sigmundur seg at at fáa Trónd at taka við kristnu trúnni?

Sigmundur lovar honum banahøgg, um hann ikki tekur við kristnari trúgv.

300

Hvat gjørdi Luther 31 oktober í 1517?

Negldi 95 tesur á kirkjudyrnar í Wittenberg.

300

Hvar fór Magnus Heinason í hertænastu?

Í Niðurlondum

300
Fyrr, tá ið einki sjúkrahús var og fáir læknar vóru í Føroyum, vóru tað ólærd fólk, sum tóku sær av teimum sjúku. Hesi vóru ofta góð í ráðum. Hvussu nevndust ráð teirra?

Heimaráð

300

Nólsoyar Páll bygdi eitt skip á Fløtuni Fríðu í Vági í 1804. Hvussu nevndi hann skipið?

Royndina Fríðu

300

Ta ið Sigmundur ig Tórur svimja um Suðuroyarfjørð er ein triðji maður við. Hvør er hesin?

Einar Suðuroyingur

400

Hvat var Luther dømdur at vera 17. Apríl 1521?

Friðleysur

400

Sjórænarar herjaðu í Føroyum. Hvat gjørdi Magnus fyri at verja Havnina?

Bygdi skansan

400

Hvussu nevndist herviligasta sóttin?

Spitalska sjúkan

400

Hvør umboðar tjaldrið og hvør umboðar rovfuglarnar í kenda kvæðinum hjá Nólsoyar Pálli.

Nólsoyar Páll umboðar tjaldrið

Høgu harrarnir í Føroyum umboða rovfuglarnar.

400

Hvør tekur Sigmund Brestisson av døgum?

Torgrímur Illi

500

Hvat var høvuðsboðskapurin hjá Luther?

At tað ikki ber til at keypa seg til frelsu.

500

Hvør var pápi Magnus Heinason?

Heini Havreki

500

Nevn 3 sóttir!

Her eru nakrar:

1. Svartideyði
2. Spitalska sjúkan
3. Gulsótt
4. Pokurnar
5. Spanska sjúkan
6. Fuglakrím
7. Svínakrím
8. Covid19
9. O.s.fr 

500

Nólsoyar Páll yrkti eitt kent kvæði. Hvussu nevnist hetta?

Fuglakvæðið

500

Hvørji prógv vóru móti drápsmanni Sigmunds?

Gullringurin hjá Sigmundi.

M
e
n
u