Danin, Thomas Bisgaard, uppfann í 1998 eitt borðspæl fyri makkarapør, ið tvinnar saman Ludo og vanlig spælikort. Hvat borðspæl er talan um?
Partners
Hvat djóraslag er Jolly Jumper?
Hestur
Um tú rennur kapp og yvirhálar nummar 3, hvat nummar verður tú so?
Nummar 3
Hvussu eitur føroyska barnasendingin í sjónvarpinum, sum eisini sæst á appini "KVF Vit", har vit m.a. kunnu síggja røðirnar um "Sløkki Sam" og "Sára og Dunna"?
Snipp Snapp
Hvussu eitur grøni dinosaururin, sum fyri fyrstu ferð var at síggja í Super Mario í 1990?
Yoshi
Hvat av seyði sæst á forsíðuni á føroysku 50-krónuseðlunum frá 2001?
Veðrahorn
Hvør er minsta gongustjørnan í okkara sólskipan?
Merkur
Hvussu eitur fiktivi persónurin frá skemtisendingini "Pipar & Salt", ið m.a. syngur sangin um Piparsveinin, sum fyllir 30 ár
Esmar Eysturoy
Hvør vælumtóktur, norskur internetpallur, sum kom fram í 2013 og seinni sum app, er mentur við tí fyri eyga at brúka spurnakappingar í læringshøpi?
Kahoot
Hvussu eitur stóri havstreymurin, sum er høvuðsorsøkin til, at sjógvurin kring Føroyar er so heitur?
Golfstreymurin
Hvør er víddin á einum terningi, sum síðurnar eru 2 cm?
24 cm2
Hvussu eitur tátturin hjá Barnaútvarpinum hjá Kringvarpinum, har børn sleppa at bjóða vertunum á vitjan?
Lova mær við
Hvønn lit hava Grønningen, Østerbrogade og Trianglen á vanligu Matador spæliplátuni?
Reytt
í hvørjum landi liggur gosoyggin, Surtsey, sum bleiv til í 1960'unum og síðani hevur virkað sum ein natúrlig grannskingarstova uttan ávirkan frá menniskjum?
Íslandi
Hvussu verður frymilin a2 + b2 = c2 vanliga nevndur?
Pythagoras
Hvussu stórur er størsti Gekkavinningurin, sum er vunnin fram til ársbyrjan 2024.
3,0 mió.
3,2 mió.
3,4 mió.
3,6 mió.
3,4 mió. (3. august 2018
Hvat er navnið á lítlu, rundu sporingareindini til t.d. ein lyklaring, sum Apple gav út í 2021?
AirTag
Hvussu eitur vindstyrkin, sum liggur millum gul og frískan vind?
Andøvsgul
Um tú tekur Ishihara kanningina og sært talið 21 í staðin fyri 74, hvat er so stórur møguleiki fyri, at tú ert?
Litblindur
Hvussu eitur røðin hjá Netflix frá 2023, har vit fylgja einari stórari fótbóltsstjørnu frá 1990'unum og 2000'unum og konu hansara, sum eisini er sera kend?
Beckham (um David og Victoriu Beckham)