Hvør er tað, sum skal fáa "jólagreyt við mandlu í" í einum kendum jólasangi?
Lítla fitta nissa mín
Hvussu eitur søgan hjá Thorbjørn Egner um Klintrimús og Mikkjal rev? -Søgan er gjørd til teknifilm, har man kann hoyra djórini tosa føroysk
Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum
Hvussu eitur barnið, sum var lagt í eina krubbu jólaaftan?
Jesus
Hvat fyri matur manglar í hesum heitinum "banka, banka ..."?
Kjøt
Hava geitir skegg?
Ja
Hvør rópti "HJÁLP, Rudolf kom og lýs tú mær"?
Jólanissan.
"Men so eina jólanátt, mjørkin tjúkkur var,
rópti jólanissan HJÁLP, Rudolf kom og lýs tú mær."
Hvussu eitur gentan úr Vu, sum endar í Snæfalli hjá jólamanninum í jólakalendaranum "Snæfall"?
Selma
Hvussu æt konan, sum føddi Guds son?
Maria
Í kortspælinum "Uno" eru fimm serlig kort: tak-2-kort-upp, tak-4-kort-upp, skift veg, skift lit og eitt afturat. Hvat er serligt við tí fimta kortinum?
leyp um
Hvussu nógv eygnalok hava hønur, 1, 2 ella 3?
3
Hvat syngja einglarnir í sanginum "Eitt fjós og ein krubba"
Hitt heilaga lag
Og einglarnir syngja hitt heilaga lag,
og náttin hon hvørvur og verður til dag.
Nú myrkrið er farið, og ljóst er í lon,
vær tøkkum tí harra, sum gav oss sín son.
Hvussu eitur prinsessan, sum Shrek giftist við í fyrsta Shrek-filminum fra 2001?
Fiona
Á hvørjum djóri reið Maria á, tá hon og Jósef fóru til Bethlehem?
Á einum asna
Hvønn er tað man rópar eftir í spælinum, har fleiri fólk eru fløkt saman meðan tey halda í hondunum á hvørjum øðrum?
Fløkimamma
Hvat fyri djór eru Alvin og hansara óargaligu vinir, sum duga væl at syngja, og flyta inn til sangskrivaran Dave?
Íkorni
Syngi restina av niðurlagnum, sum byrjar soleiðis: "Jólamenn, jólamenn, raskir jólamenn ..."
ganga móti vindinum og bíta saman tenn. Kavarok, kavarok, vindur kavarok. Skunda sær nú oman, áðrenn posin fer á fok.
Hvussu eitur tað sera kenda ævintýrlandið í barnabókarøðini hjá C.S. Lewis? Í søguni hoyra vit m.a. um leyvuna Aslan, eina heks og eitt klædnaskáp?
Narnia
Tríggir menn komu við gávum til Jesubarnið. Hvat vóru teir?
Vísmenn
Hvussu eitur tann fýrakantaði maðurin, sum saman við Alex er høvuðspersónur í telduspælinum "Minecraft"?
Steve
Í hvørjum landi býr stóra pandabjørnin í náttúruni
Kina
Í hvørjum sangi, syngja vit "Náði tín hon er mítt skjól"?
Gleðilig jól
Hvussu eitur tann smædni Peter Parker, tá hann broytist til eina superhetju?
Spiderman
Hvussu funnu hirðarnir og vísmenninir jesusbarnið?
Teir fylgdu stjørnini
Hvat slag av uppgávum hevur eitt navn, sum er ein stytting av japanska heitinum "Suuji wa dokushin ni kagiru"
Sudoku
Hvør fuglur við longum beinum klárar at renna 70 km/t?
Strutsur