Í 1967 læt nýtt leguhús upp í Vatnsoyrum. Hvussu eitur hetta leguhúsið.
Zarepta
Hvør japanskur telduspælskapningur, ið sær út sum eitt væl kent urtagarðsdjór, er erkafíggindi hjá bølmenninum, Eggman?
Sonic the Hedgehog
Hvat nummar hevur løgregludømi í Brooklyn, New York, har politistarnir Jake Peralta, Amy Santiago, Rosa Diaz og Charles Boyle arbeiða?
99 (í Brooklyn Nine-Nine)
Hvør er longsti fjørður í Føroyum?
Skálafjørður
Hvat slag av 'heilivági' skal mann taka sambært enska slagmálburðinum "take a ...", sum merkir "tak tað róligt"?
Chill pill
2. jóladagur
'Battlefield', 'Call of Duty' og óteljandi onnur spøl eru 'FPS spøl', men hvat stendur 'FPS' fyri?
First-person shooter
Hvør var tann mest sædda sjónvarpsrøðin á Netflix í 2021?
Squid game
Hvørjar eru tær báðar norðastu bygdirnar í Suðuroy?
Hvalba og Sandvík
Hvønn orðaflokk hoyrir orðið 'teg' til?
Fornøvn
Hvønn vikudag er Kristi himmalfaradagur altíð?
Hósdag
Hvussu eitur heimurin í World of Warcraft, sum teir fýra heimspartarnir Eastern Kingdoms, Kalimdor, Northrend og Pandaria eru partur av?
Azeroth
Hvør sjónleikari bleiv heimskendur fyri høvuðsleiklutin í sjónvarpsrøðini 'The Fresh Prince of Bel-Air'?
Will Smith
10 fjøll í Føroyum eru oman fyri 800m høg. Hvussu nógv av teimum 10 fjøllunum liggja á Kunoy: 3, 4, 5 ella 6?
6
Hvussu eitur at egna í 3. persóni tátíð eintal?
Egndi
Hvør var fyrsti kongur í Ísrael?
Saul
Hvussu kallast fyritøkan og appin, har tú kanst síggja veðrið og beinleiðis sjónbandsupptøkur frá ymsum bygdum og býum í Føroyum?
Føroyar Live
Hvussu eitur leikluturin hjá sjónleikarinnuni, Lena Headey, í Game of Thrones, sum m.a. sigur: "When you play the game of thrones, you win or you die"?
Cersei Lannister
Hvør stórbýur liggur tættaast við oynna, Alcatraz, sum eisini hevur virkað sum fongsulsoyggj?
San Francisco
Hvat er føroyska orðið fyri tað enska 'artificial intelligence'?
Hvussu nógvar dagar varir jødiska veitslan, Hanukkah?
8 dagar (og 8 nætur)
Hvør verður vanliga elt/ur av Blinky, Inky, Pinky og Clyde?
Pac-man
Hvat fær Mr. Bean at enda oman yvir sítt høvd í einum sera kendum jólaparti av bretsku sjónvarpsrøðini?
Eina kalkun
Lægsta fjall í Føroyum er 101m og kallast Fjallið. Á hvørjari oyggj er Fjallið?
Koltri
Byrja orðatakið:"... so spyrst"?
Livst