Kristni
Søga
Samfelagsfrøði
Høvuðsstaðir
Ítróttur
100

Hvat er fyrsta bók í Bíbliuni?

1. Mósesbók

100

Hvat ár brustu kjarnorkubumburnar yvir Hiroshima og Nagasaki?

1945

100

Hvussu nógvir løgtingslimir eru í Løgtinginum?

33

100

Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Svøríki?

Stokkhólmur

100

Í hvørjum vetrarítrótti hevur hvørt lið átta steinar, og har tað snýr seg um at fáa steinarnar so nær miðjuni sum gjørligt? Tveir spælarir kunnu vera frammanfyri og sópa, so steinarnir fara longur

Curling

200

Hvør høgtíð er til minnis um, at Jesus reis upp frá deyðum?

Páskir

200

Hvussu æt skipið, sum Kristoffer Kolumbus sigldi til Amerika við?

Santa Maria

200

Hvat merkir orðið demokrati?

Fólkaræði

200

Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Finnlandi?

Helsinki

200

Hvussu nógvir leikarar eru á einum hondbóltsliði?

7

300

Hvussu æt stóri maðurin, sum Dávid vann á?

Goliat

300

Í hvørjum árahundraði herjaði Svarti deyði í Europa?

1300

300

Hvat kalla okur ta skipanina, sum Norðanlond eru serliga kend fyri, har tað almenna m.a. tryggjar, at øll fáa atgongd til ókeypis útbúgving og ókeypis heilsutrygd?

Vælferðarstaturin

300

Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Hvítaruslandi?

Minsk

300

Í hvørjum londum verður heimsmeistaraheitið í fótbólti í 2026?

Mexico, USA og Canada

400

Hvussu eita 4 evangelistarnir?

Matteus, Markus, Lukas og Johannes

400

Hvat ár byrjaði franska kollveltingin?

1789

400

Hvussu eitur bretski forsætismálaráðharrin?

Keir Starmer

400

Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Australia?

Canberra

400

Hvussu eitur maðurin úr Jamaica, sum verður roknaður sum heimsins skjótasti nakrantíð?

Usain Bolt

500

Hvussu eitur fjallið, har Móses fekk tey 10 boðini?

Sinai

500

Hvussu æt eftirmaður Lenins?

Stalin

500

Hvat merkir oligarki?

Fámannaveldi

500

Hvussu eitur høvðusstaðurin í Malaysia?

Kuala Lumpur

500

Hvussu nógvar geilir eru vanliga í einum olympiskum svimjihyli?

8