Hvussu eitur núverandi løgmaður (2025)?
Aksel V. Johannesen
Flytifuglar ferðast av landinum, tá ið tað gerst kaldari. Hvussu kallast teir fuglarnir, ið ikki flyta?
Støðufuglar
Høvuðsstaðurin í Belgia...
Brússel
Hvussu eitur minsta gongustjørnan í okkara sólskipan?
Hvussu nógvar tenn hevur tú, tá ið tú hevur fingið allar vaksnamannatenninar?
32
Hvussu eitur flogvøllurin í Vágum?
Vága floghavn
Hvussu eitur parturin av plantuni, sum upptekur m.a. vatn úr jørðini?
Rótin
Tá ið eg fari til Bíggjar, vitji eg bygdina...
Bøur
Hvør hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter?
J. K. Rowling
Hvussu nógvan (samanhangandi) svøvn eigur ein 13-14 ára gamal at fáa?
8-10 tímar
Hvør hevur yrkt føroyska tjóðsangin?
Símun av Skarði
Hvat er eitt annað orð fyri CO2?
Karbondioxid ella kuldioxid
Kroppur okkara er m.a. bygdur upp av...
beinagrindini
Hvat ár endaði seinni heimsbardagi?
1945
Hvat mást tú raðfesta, fyri at liva eitt sunt og heilsugott lív? (Nevnið í minsta lagi trý ting)
Eta sunt, røra teg og hvíla teg... og onnur ting
Hvat er næst størsta oyggin í Føroyum?
Eysturoy
Hvat er ein føðiketa?
Ein lýsing yvir hvør etur hvønn
Klor verður nýtt í t.d. svimjihyljum. Hvat annað, kann klor nýtast til?
Bleiking (t.d. av klæðum)
Hvat stendur SMS fyri? (SMS boð)
Short Message Service
Hvat ger immunverjan?
Verjir ímóti sjúkum
Hvat er týdningarmesta útflutningsvøran í Føroyum?
Fiskur
Hvat er fotosyntesa?
Tá ið plantur nýta m.a. sólina til at gera súrevni/oxygen (O2)
Hvat ger ein høna, tá ið hon liggur á eggunum?
Bølir
Hvussu æt maðurin, ið setti fyritøkuna Apple á stovn, og fann uppá m.a. Iphone?
Steve Jobs
Hvat fyri matur inniheldur nógvar proteinir? (Nevnið minst 3)
Kjøt, egg, fiskur, bønir