Ein bláur bátur legði at í Borðoyavík í morgun
Hvønn orðaflokk hoyrir orðið "bátur" til?
Navnorð
Hvat er størsta bygd á Suðuroynni?
Tvøroyri
Hvussu eitur tann føroyski tjóðsangurin?
um tú gravar eitt 700 cm djúpt hol, hvussu djúpt er holið so í metrum?
7 metrar
Randi súkklaði í skúla í morgun
Hvønn orðaflokk hoyrir orðið "súkklaði" til?
Sagnorð
Hvussu eitur hægsta fjall í Føroyum?
Slættaratindur
Hvussu kallast tað føroyska flaggið
Merkið
Tað er rennikapping og tú yvirhálar tann sum er nr 2, hvat nummar ert tú so?
2
Einar er ein sterkur maður.
Hvønn orðaflokk hoyrir orðið "sterkur" til?
Lýsingarorð
Hvussu nógvir tunnlar skalt tú koyra ígøgnum um tú koyrir frá Klaksvík til Viðareiðis?
3 tunnlar
Hvør er løgmaður í Føroyum?
Aksel V. Johannesen
Hvussu nógv mánaðir hava 28 dagar?
Allir hava 28 dagar
í 7.b eru tólv gentur
Hvønn orðaflokk hoyrir orðið "tólv" til?
Talorð
Hvussu nógvar oyggjar eru í Norðoyggjum
6
Kalsoy, Kunoy, Borðoy, Viðoy, Svínoy og Fugloy
Nær er flaggdagur?
25 apríl
Hvussu nógv djór hevði Móses við í ørkina í arkinum?
Ongin. Tað var Nóa, ikki Móses.
Álvur leyp á borðið tí hann sá ein eiturkopp
Hvønn orðaflokk hoyrir orðið "á" til?
Fyriseting
Hvussu eitur havið rundan um Føroyar?
Atlantshavið
Hvat er tjóðfuglurin í Føroyum?
Tjaldur
Eitt el tok koyrir norðureftir við 60 km/t og vindurin kemur úr eystri við 40 km/t, í hvørja ætt ferð roykurin
tað er eitt el tok og tískil ongin roykur