Hvussu nógvar oyggjar eru í Føroyum?
18
Hvussu nógvar minuttir er ein vanligur fótbóltsdystur hjá vaksnum?
90 minuttir
Hvussu eitur grøni dinosaururin hjá super Mario?
Yoshi
Hvat verður vátari, jú meira tú turkar?
Eitt handklæði
Hvør frukt verður turkað til rosinur?
Víndrúvur
Hvussu eitur hægsta fjallið í Føroyum?
Slættaratindur
Hvussu nógvir dómarar eru vanliga á vøllinum í hondbóltsdysti?
2
Hvør syngur DaiDai?
Shakira
Ein hani verpur eitt egg á takinum. Hvønn veg rullar eggið?
Hanar verpa ikki egg
Hvussu eitur maturin frá japan, sum er gjørdur av rís og ofta saman viå fiski.
Sushi
Hvør er næststørsta oyggin í Føroyum?
Eysturoy
Hvat kallast tað tá tú situr við beinunum strekt hvør sín veg og mjødnin móti gólvinum?
Spagat
Hvørjum spælið er "Creeper" í ?
Minecraft
Hvat verður størri, jú meira tú tekur burtur av tí?
Eitt hol
Hvørjir 2 litir hevur papírið á kinderegg?
Hvítt og appilsingult
Hvør er løgmaður?
Beinir Johannesen
Hvør bleiv føroyameistari hjá monnum í fótbólti?
NSÍ
Hvør er besti vinur hjá Harry Potter?
Ron Weasley
Hvat hevur bein, men kann ikki ganga?
Borð
Hvat er høvuðstilfarið í popkorn?
Mais
Hvør er tjóðarblóman?
Sóljan
Hvussu eitur balansan tá tú stendur á einum beini og hevur hitt beinið beint upp í loft?
Y-balansa
Hvussu eitur kongurin í Lion King sum er pápi Simba?
Mufasa
Hvat hevur háls, men onki høvd?
Ein fløska
Hvat grønmeti fær ofta fólk at gráta?
Leykur