Ítróttur
Mál
Tøkni og spøl
Bókmentir
Landalæra
100

Í novembur 2022 sá ein nýggj ítróttargrein dagsins ljós í Føroyum, tá banar lótu upp í hølum á Smyrilsvegi 13 í Hvan. Hvørja ítróttargrein er talan um?

Padel

100

Byrja orðatakið: “...... sum streymur í á”

Tíðin rennur..

100

Hvussu eitur gløgga ljóssetingin við ymsum litum til heimabrúk hjá Philips, ið kom út sum eitt vørumerki í 2012?

Philips Hue

100

Hvør hevur skrivað stuttsøguna “Blá mascara”?

Marianna Debes Dahl

100

Hvussu eitur bygdin, sum liggur ímillum Kolbeinagjógv og Selatrað?

Morkranes

200

Í undankappingini til Champions League í 2022 gav KÍ norska meistaraliðnum hvøkk, tá klaksvíkingar vunnuseinna dystin á heimavølli 3-1. Hvør skorðai tvey av málunum hjá KÍ í hesum dystinum?

Jákup Biskupstø Andreasen

200

Hvat er tað øvuta av einum optimisti?

Ein pessimistur

200

Hvussu nógv kort eru við í einum spæli av sjavs?

32

200

Hvør skaldsøga snýr seg um eina gentu frá “District 12”?

Hunger Games

200

Hvussu eitur 30 m høgi fossurin, sum rennur frá Leitisvatni í Atlantshavið?

Bøsdalafossur

300

Hann vann oyggjaleikagull og EM-gull fyri U20 í 400 m renning summarið 2023, har hann í báðum kappingunumsetti føroyskt met. Hvør var rennarin?

Jónas Gunnleivsson Isaksen

300

Hvat merkir íslendska orðið eldhús?

Køkur

300

Hvat væl dámt trý-á-rað-spæl frá felagnum King, bleivupprunaliga givið út á facebook í 2012, men kom skjótteftir eisini út sum app til iOS og Android?

Candy Crush (Saga)

300

Hvussu kallaðist dukkan hjá Geppetto, sum bleiv livandi?

Pinocchio

300

Í søgnini vóru teir fýra floksmenninir stoyttir oman av hægsta Valaknúki. Í hvørjarioyggj finna vit Valaknúkar?

Eysturoy

400

Hvør var forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya, tá manslandsliðið luttók í EM-endaspælinum fyri fyrstu ferð í 2024?

Gunn Ellefsen

400

Byrja orðatakið “....... gamal fremur”

Ungur nemur.. 

400

Familjuspælið, Barónurin, kom út í 2012, men hvat djórahøvd hevur barónurin í spælinum?

Eitt veðrahøvd

400

Enski rithøvundurin, Rudyard Kipling, skrivaði fleiri barnabøkur um ein drong, sum vaks upp hjá úlvum í frumskóginum í India. Hvussu æt drongurin?

Mowgli

400

Hvussu eitur dagurin undir Sornfelli og oman fyri Kalbaksbotn, har NATO-støð var bygd í 1960´unum?

Mjørkadalur

500

Úr hvørjum býi kemur liðið, Raptors, sum í 2019 gjørdist tað fyrsta liðið uttan fyri USA, sum vannkurvabólctskappingina NBA

Toronto

500

Hvussu eitur kvennkynsorðið “il” í hvørfalli fleirtali?

Iljar

500

Eitt dartspæl eitur 501, men hvussu fáar pílar ber til at brúka, fyri at tú kanst vinna eittspæl av 501?

9 pílar

500

Hvør var skúlastjóri á Hogwarts í teimum flestu Harry Potter-bókunum?

Albus Dombledore

500

Koyrir tú eftir Oyggjarvegnum úr Kollfjarðardali til Havnar, kanst tú á leið miðskeiðisá vegnum snara av í ein vestan til eina lítla bygd. Hvussu eitur hon?

Norðadalur