Hvat dáma jólanissum væl at eta?
Rísingreyt/jólagreyt
Í hvørjum filmi er ein grønur skabningur, sum hatar jólini?
The Grinch
Hvar bleiv Jesubarnið føtt?
Í einum fjósi
Hvussu eitur jólasangurin sum m.a. er um eina stutta og langa nissu?
Nissumamma og nissupápi
Nær er Lucia-dagurin?
13. desembur
Hvat fær man ofta um jólini, sum man dippar í súltutoy og flormelis?
Holukøkur/æbleskiver
Hvussu eitur drongurin, sum verður gloymdur eftir í Home Alone filminum?
Kevin McCallister
Hvat var fyrsta "songin", sum Jesubarnið slappa av sova í?
Ein krubba
Úr hvørjum sangi er hetta brotið úr: "og jólagávurnar nógvar og eisini nýggjar skógvar"?
Eg eri so spent til jóla
Hvussu langt áðrenn jólaaftan er 1. advent?
Fýra sunnudagar áðrenn jólaaftan
Hvat slag av eplum er vanligt at eta afturvið dunnu?
Brúnkað eplir
Hvussu eitur filmurin við Buddy, sum býr á barnaheim, men sum fær snýkt seg í sekkin hjá jólamanninum og harvið endar í Norðurpólinum og verður uppaldur hjá vættrunum hjá jólamanninum?
Elf
Hvat vísti vísmonnunum veg til Jesubarnið?
Jólastjørnan/Betlehemsstjørnan
Úr hvørjum sangi er hetta brotið úr: "Men stjørnan á himni, so vøkur og von, ber kvøðu til nýfødda lítla Guds son"?
Eitt fjós og ein krubba
Hvør dagur í desembur er tollaksmessudagur?
23. desembur
Hvussu eitur eitt tað elsta slagið av jólasmákøkum, sum verður kókað og hevur eitt hol í miðjuni, har man togar tann eina endan ígjøgnum?
Kleynur
Hvussu eitur filmurin, har Iris fra Onglandi býtur um hús við Amandu frá Los Angeles í jólaferiuni?
The holiday
Hví fóru Jósef og Maria til Betlehem áðrenn Jesus bleiv føddur?
Tí býurin skuldi skrivast í manntal, og Jósef var slektaður úr Betlehem.
Hvør syngur sangin "All I want for Christmas"?
Maria Carey
Týsklandi
Úr hvørjum landi kemur dessertin rísalamang upprunaliga frá?
Danmark
Hvussu eitur kærleiks-/dramafilmurin frá 2003 um 8 ymisk pør í London um jólahøgtíðina, og hvussu tey fáa kærleikan at eydnast?
Love actually
Hvussu æt eingilin sum kom til Mariu og segði henni, at hon skuldi føða Guds son?
Gabriel
Hvør syngur sangin "Santa tell me"?
Ariana Grande
Hvør danskur rithøvundur sigst hava uppfunnið flættaða jólahjartað?
H.C. Andersen