Tvær bygdir liggja í Fugloy. Hvussu eita tær?
Hattarvík og Kirkja
Hvør KT-kempa gav út samskiftispallin, Teams, í 2017?
Microsoft
Í hvørjum kendum jólasálmi syngja vit orðini "Ein fátæk kona mamma er, hon lítið barn í fangi ber"?
Eitt barn er føtt í Betlehem
Til EM-kappingina fyri U18-landslið við dreingjum í hondbólti í 2022 varð ein føroyingur valdur til besta leikara í kappingini. Hvør?
Óli Mittún
Hvussu eita teir tríggir dólgarnir, sum búgva í Kardamummubýnum?
Kaspar, Jaspur og Jónatan
Hvussu eitur einsamalla bygdin, sum liggur á eystursíðuni á Kunoy?
Haraldssund
Hvør dátumongd verður stytt TB?
Terabyte
Í 2023 varð avgjørt í danska fólkatinginum at avtaka ein ávísan heiligdag. Hvønn?
Dýrabiðidag
Hvat endaði støðan millum Føroyar og Spania í bólkaspælinum til HM í hondbólti 2025?
27-25 til Føroyar
Hvør skaldsøga snýr seg um eina gentu frá "District 12"?
Hvat land hoyrir oyggin Korsika til?
Frakland
Hvussu eitur "Artificial Intelligence" (AI) á føroyskum?
Vitlíki
Undir hvørjum navni er Siddharta Gautama betur kendur?
Budda
Hvør føroyskur hondbóltsleikari vann finaluna í evropeisku kappingini, European Cup, í 2024 saman við liðfeløgunum í Vali?
Allan Norðberg
Hvussu eitur ríkið, har myrkursins fúrsti, Sauron, ræður í "Ringanna Harri"-tríverkinum eftir Tolkien?
Mordor
Hvussu eitur hægsta fjall í Afrika?
Kilimanjaro
Hvat er enska umsetingin av hesum morsestavraðnum: ...---... ?
SOS
Í hvørjum býi liggur Al-Aqsa-moskan, sum er eitt av mest heilagu støðunum í islam?
Jerusalem
Hvussu nógv stig fær báturin, sum endar nummar 1 á eini FM stevnu í kappróðri?
7 stig
Hvør hevur skrivað ungdómsskaldsøguna "Sólgrátur", sum snýr seg um eina unga, ættleidda gentu?
Ingun Christensen
Hvørjum landi er oyggin, Zanzibar, partur av?
Tansania
Hvør altjóða ferðamálsíða, ið hevur eina uglu í sínum búmerki, er serliga kend fyri brúkaraummælini av hotellum, matstovum og ferðamálum?
TripAdvisor
Hvørji nøvn hevur tann kirkjuliga traditiónin givið teimum trimum vísmonnunum úr Eysturlondum?
Kaspar, Melchior og Balthasar
Hvør súkklari vann Tour de France í 2023?
Jonas Vingegaard
Hvat er veruliga navnið hjá Gummi Tarzan í bókini, sum Ole Lund Kirkegaard skrivaði í 1975?
Ivan Olsen