Hvussu nógv % av kroppinum er væta?
uml. 70 %
Hvat er vanligur kropshiti ? (celsius)
37 stig
hvat gera blóðæðrarnar tá vit gerast ov heit?
Víðkast so vit missa meir hita og kólna
Hvat gera æðrarnar í húðini tá tað er kalt?
Tær trekkja seg saman, tá missa vit ikke hita gjøgnum húðina.
Vit blíva eisini bleik, tí ikki nógv blóð er í húðini.
Hvar sita sveittakertlar?
í húðini
hvussu nógvir sansir hava vit ?
5 sansir
Hvussu eitur litevni í húðini?
Melanin
Hvussu nógv % av kropsvektini er heilin?
2 %
Passar tað, at um menniskju og djór verða samanborin, so hava menniskju nógv tynri húð enn djór?
ja
Hvussu nógvar nervakyknur hevur heilin?
uml. 10 milliardir nervakyknur
Hvussu nógum beinum er ryggurin gjørdur úr?
26 beinum
Hvussu nógv bein hava vit í kroppinum ?
208 bein
Hvussu nógvar hálsgeislar hevur menniskja?
7
Hvussu nógv % av heilanum er væta?
80 %
Mús hevur 7 heilsgeislar, hvussu nógvar hálsgeislar hevur giraffur?
7
Hvussu nógvir vøddar eru í kroppinum?
uml. 639 vøddar
Nevn okkara sansir
Luktisansur, smakkisansur, hoyrisansur, følisansur og sjónin
Nevn fýra ymist sum er í blóði okkara.
(øls orðini hava ...blóð... í sær)
Blóðflot (væta við søltum og føðievnum), reyð blóðlikam, hvít blóðlikam og blóðplátur.