Navnorð bendast í føllum. Hvussu eita tey?
Hvørfall
Hvønnfall
Hvørjumfall
Hvørsfall
Hvussu eitur navnháttur av hugdi?
At hyggja
Hvat merkir orðið: frøi?
Gleði
Hvussu nógvar orðaflokkar hava vit?
10
Hvat er ein rithøvundur?
ein persónur, sum skrivar bøkur og aðrar tekstir
Navnorð bendast í kynum: Hvussu kallast tey?
Navnorð bendast í tølum: Hvussu kallast tey?
Kallkyn kvennkyn hvørkikyn
Eintal - fleirtal
Hvussu eitur orðið ganga í tátíð fleirtal?
Gingu
Hvussu kallast teknið, ið er eitt komma við prikki omanfyri?
Semikolon
Nevn fýra navnorð, ið tú kanst lata teg í upp á beinini
sokkar, skóleistar, skógvar, hosur
Nevn 2 rithøvundar
William Heinesen, Heðin Brú, Hans Andrias Djurhuus, Jógvan Isaksen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Ingun Christensen
Hvussu stavast borð, bundið í eintali, hvør og hvønnfall?
Borðið
Hvussu eitur orðið heingja í Tátíðar lýsingarhátti?
(Hevur) hongt
Hvussu kallast gólvið umborð á skipi?
Dúrk
Hvat er eitt hjáorð?
Eitt hjáorð lýsir sagnorðið - sigur hvussu okkurt verður gjørt
Den grimme ælling - hvør er rithøvundurin?
H.C Andersen
Hvussu vita vit, nær eitt navnorð er sterkt bent?
Gev eitt dømi
Tey enda við hjáljóði í hvørsfalli eintal
maður mann manni manS
Nær er eitt sagnorð veikt bent? Gev eitt dømi!
Tá ið tað fær ending í tátíð eintali: -di, -ði, -ti ella -aði
Hvørji 2 mál er føroyskt nærmast í ætt við?
Norskt og íslendskt
Setið tekn í henda setningin: ",?
Hvat ynskir tú tær í jólagávu spurdi konan mannin meðan hann vaskaði upp inni í køkinum.
"Hvat ynskir tú tær í jólagávu?" spurdi konan mannin, meðan hann vaskaði upp inni í køkinum.
Hvør hevur yrkt "Tú alfagra land mítt"?
Símun av Skarði
Hvussu vita vit, nær eitt navnorð er veikt bent?
Gev eitt dømi
Tað endar við sjálvljóði í øllum føllum í eintali
DukkA dukkU dukkU dukkU
Hvussu vita vit, um eitt sagnorð er sterkt bent? Gev dømi!
Um tað onga ending hevur í tátíð eintali + og um sjálvljóðið í stovninum broytist í bendingini: Lesa las lósu lisið
Hvør er tað, sum kallast faðir at føroyska skriftmálinum?
W. U. Hammershaimb
Bend "Eg" í øllum føllum í eintali
Eg, meg, mær, mín
Hvør skrivaði "Feðgar á ferð"?
Heðin Brú