Fríggjadagur
Føroyskur tónleikur
Mentan
Hvønn mánað í 2021 hendi tað?
Tað byrjar við S
100
Soleiðis kallast dagurin, tá Jesus varð krossfestur

Langi fríggjadagur

100

Fyrsta reglan í sanginum 'Mítt vakra føroya land' hjá Janusi W. Mortensen

"Tú brýnda land mítt, í stolta hav"

100

Listamaðurin, sum fekk uppgávuna at mála málningin, ið hongur á endavegginum í Løgtinginum

Ingálvur av Reyni

100

Dagurin (dato), tá Sonja og Uni giftust

17. apríl

100

Stórt tiltak í Klaksvík, sum verður hildið triðja vikuskiftið í august

Føroya sjómannadagur

200

Árið, tá Black Friday bleiv innført í Danmark: 2018, 2011 ella 2013?

2013

200

Sangurin 'Tú er alt' hjá Eivør er á hesi útgávuni hjá henni

Mannabarn

200

Pápi Hans Tórgarð, ið var prestur og týðari

Axel Tórgarð

200

Mánaðurin, tá uppskotini um sammóðir blivu samtykt

desember

200

Føroyska heitið fyri ‘Sjælland’

Sæland

300

Persónurin, sum Fríggjadagur eitur eftir

Frigg (kona Óðin)

300

Bólkurin sum gav út sangin 'Sangur til sonin' í 2014

Blátt gras

300

“Tað liggur ein grind á Seyrvágsfirði” eru fyrstu orðini í hesi skaldsøguni

'Feðgar á ferð' hjá Heðini Brú

300

Mánaðurin, tá Eivør vann tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum

November

300

Tól, sum saman við vakuumpakking verður nýtt til at tilgera m.a. kjøt

Sous vide

400

Kenda navnið, sum Teitur upptraðkaði saman við í 2016 á Fredagsrock

Ásgeir Trausti

400

Árið, tá Frændur kom út við útgávuni '80'ini'

1988

400

Tað, sum fuglfirðingurin Jógvan í Lon Jacobsen skrivar um í verki sínum, sum hann fekk M.A. Jakobsens heiðursløn fyri í ár

Føroysk purisma

400

Mánaðurin, tá fyrsta skotið til nýggja tunnulin millum Árnafjørð og Hvannasund verður latið av

September

400

Fótbóltsspælari, føddur í 1979, spælt við bæði AB, EB/Streymi og Víkingi

Sorin Anghel

500
Árið, tá Rebecca Black gav sangin 'Friday' út

2011

500

Tónleikarin, sum í einum av sínum sangum syngur: “Kærleikur til fedraheim fólkið treystligt ger. Styrkir viljan, elur gleim, so burtur sorgin fer”

Stanley Samuelsen

500

Teir tveir menninir, sum stovnaðu Føroya fólkaháskúla í 1899 saman við konum sínum

Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen (Regin í Líð)

500

Mánaðurin, tá føroyska manshondbóltsliðið vinnur 27-26 á Kekkia í EM-undankappingardystinum

apríl (30.)

500

Talið av bygdum, ið byrja við S

29: Sørvágur, Saltangará, Sandavágur, Strendur, Skála, Sandur, Skopun, Syðrugøta, Søldarfjørður, Sumba, Streymnes, Skálavík, Saltnes, Signabøur, Skálabotnur, Sandvík, Selatrað, Skipanes, Skúgvoy, Svínoy, Stykkið, Svínáir, Saksun, Skælingur, Syðradalur, Stóra Dímun, Syðradalur, Skarvanes, Sund