Hvar er ein magnet sterkast?
Í endunum
Hvør er tjóðarfuglurin hjá Føroyum?
Tjaldrið
Hvør er størsta oyggj í Føroyum?
Streymoy
Nær er 1. jóladagur?
25. december
Hvussu nógvir ymiskir linsu-litir eru í einum "vanligum" smarties ílati?
8 - reytt, gult, grønt, blátt, lilla, ljósareytt, appilsingult og brúnt.
Líka pólar frástoyta ella draga a sær?
frástoyta
Hvør er tjóðarblóman hjá Føroyum?
Sólljan
Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Finnlandi?
Helsinki
Hvussu nógvir vísmenn komu at vitja Jesus-barnið?
Tríggir - Kaspar, Melchior og Balthazar
Hvussu eitur tangin, ið liggur tættast uppá Nes, Vág?
Kvíanestangi
Hvussu eita pólarnir og hvønn lit eru ávísu pólarnir?
Norðurpólur - reyður
Suðurpólur - hvítur
Hvør fiskur er silvurlittur á liti. Strikan er svørt. Eyðkenni er, ar hon hevur ein dimman blett á síðunum oman fyri uggafjaðrarnar.
Hýsa
Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Týsklandi?
Berlin
Hvussu nógv reinsdjór hevur jólamaðurin?
9 - Dasher, Dancer, Prancer, Vixen, Comet, Cupid, Donner, Blitzen, og Rudolph
Hvussu nógv ymisk lið hava vunnið Premier League (menn) ?
7 - Manchester United, Arsenal, Chelsea, Manchester City, Blackburn Rovers, Leicester City og Liverpool.
Nevn tríggjar orsøkir til at magnetir kunnu oyðileggjast
Einspólar liggja saman ov leingi
Magnetin fær ein harðan stoyt
Magnetin verður útsett fyri nógvan hita
Hvør fuglur er størri likka ella lomvigi?
Likka - 52 - 67 cm
Lomvigi - 38 - 46 cm
Hvussu nógvar bygdir eru í Fugloy og hvussu eita tær?
Kirkja og Hattarvík
Hví fóru Jósef og Maria til Betlahem?
Tí heimurin skuldi skrivast í manntal
Hvør hevur yrkt føroyska tjóðsangin?
Símun av Skarði
Hvat er ein elekromagnet?
Ein magnet, ið verður gjørd við elektriskum streymi
Hvussu eitur fiskurin, ið man nýtur til at týna laksalús?
Rognkelsi
Hvør oyggj í Føroyum er triðstørst?
Vágar
Hvør var keisari tá Jesus bleiv føddur?
Augustus-keisari
Hvussu nógvar av oyggjunum í Føroyum hava bert eina bygd?
7 - Stóra Dímun, Skúgvoy, Hestur, Koltur, Mykines, Nólsoy og Svínoy.