Ástøði/Hugtøk
Kristidómur
Islam
Norrøn gudalæra
Etikkur
100

Hvat er ein religión í grundini? Hvør er munurin í millum mono- og polyteismu?

Ein liviháttur ella átrúnaður á okkurt guddómligt við trúnaði og ritualum. Allýsing úr bókini:

Religión er trúgvin á lívsmeining og -endamál og er ein lívsáskoðan. Henda lívsáskoðan fevnir um trúnna, at ein frumorka liggur aftanfyri og í tilveruni. Frumorkan verður kallað tað heilaga, tað guddómliga, tað andaliga, tað metafysiska. Menniskju samskifta við tað heilaga gjøgnum eitt nú bøn, meditatión og við at ofra.

monoteisma: ein gudur

polyteisma: fleiri enn ein gudurr

100

Hvat er munurin á nýggja testamenti og gamla testamenti?

  • Gamla testamenti er bygt á eina lógarreligión. Fylgir mósilógina og tey 10 boðini

  • Nýggja testamenti er náireligión og hevur fokus á náðina og kærleikan. Fylgir dupulta kærleiksbrævið

100

Hvørjar eru tær 5 súlurnar?

Trúarjáttanin, Bønin, Olmussan, Føstan, Pílgrímsferðin

100

Hvønn (bólk/fólkaslag) setur man serliga í samband við norrønu gudalæruna, hvar gekk hon fyri seg, og umleið hvussu leingi vardi hon? Hví man hon hava doyð út?

Víkingar, Scandinavia/Norðurevropa, ~793-1.050. Kristindómur

100

Hvør er munurin ímillum etik og moral?

Etikkur stavar frá tí grikska ethos, og verður brúkt um yvirskipaða, prinsipiella kjakið, og tað snýr seg sostatt um moralskar meginreglur. Moralur kemur frá tí latínska moralis og verður brúkt um einstakar konkretar gerðir.

200

Er religión tað sama sum átrúnaður? Um ja, hví? Um nei, hví ikki? Met sjálv/-ur um, hvat best er at nýta.

Átrúnaður er ein føroysk umseting av "religión", men orðið "átrúnaður" leggur serligan dent á trúnna á okkurt/onkran. Religión fevnir um trúgv, men eisini ritual. Tú fært trúð uppá okkurt uttan ritual og framt ritual uttan at trúgva uppá nakað.

200

Hvat er endamálið við kristindóminum?


Menniskjað er undir arvasynd og kann ikki frelsa seg sjálvt, men við trúnni verður menniskja rættvístgjørt, t.v.s frelst og ævigt lív.

200

Hvat er munurin millum líttla jihad og stóra jihad?

  • Stóra jihad er stremban hjá menniskjum at hava tamarhald á sær sjálvum. Also ikki at latað seg freista og leggja dent á innara samband við Allah (sufisma).

  • Lítla jihad er tað ytra, fysiska stríðið og allar oftast verður sett í samband við kríggj og harðskap. Also sambært lítla jihad er tað er okay at nýta hernaraliga mótstøðu um muslimar eru hóttir ella kúgaðir

200

Hvussu byrjaði heimurin í stuttum og hvussu endaði hann?

Ginnungagap -> Muspelheims hiti og Nivlheims ísur møttust í miðjuni -> Ymir og Eyðhumla -> Ymir sveittar jatnar -> Borur kemur undan ísinum, sum Eyðhumla sleikir -> Borur fær børn við einum jatna sum eitur 

200

Greið frá um tey trý høvuðsrákini í etikki: Dygdaretikkur, pliktetikkur og gagnetikkur.

Dygd - Snýr seg um, hvussu persónurin vil vera (Hvussu eigi eg at vera?). Plikt - Snýr seg um, endamálið hjá persóninum (Hvat er mítt endamál). Gagn - Snýr seg um, úrslitið, og at meirilutin skal fáa væl burturúr ("The greatest amount of happiness for the greatest amount of people"). Oftast hugsar man um sekuleran etikk, man rákini kunnu eisini setast inn í átrúnarlig høpi.

300

Hvat eru tær 7 tætturnar eftir Ninian Smart? 

Mytiski, Rituelli, Dogmatiski, Kensluligi, Etiski, Sosiali, Materielli

300

Hvat er tað dupulta kærleiksbrævið?

  • Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál tínari og av øllum huga tínum”.

  • “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg”

300

Hvussu verður Sharia allar oftast býtt upp?

  • Muamalat, relgur um samband millum menniskju. Also verðslig viðurskifti sum arvarætt, handilsskap og revsing. Alt sum ikki er nevnt sum bannað er loyvt.

  • Ibadet, religøs viðurskifti, sum bøn, føsta og olmussu. Alt sum ikki er nevnt sum loyvt, er bannað.

300

Hvussu eita teir 9 heimirnir, og hvat fevnir um teir? Eru tað veruliga nýggju heimir, ella er tað meira tvískilt? Hví ella hví ikki?

Miðgarður, Ásgarður, Nivlheimur, Jótunheimur, Muspelheimur, Vanaheimur, Helheimur, Álvaheimur (Alfheimur), Svartálvaheimur (Svartalfheim). Teir eru umfevndir av Yggrasil, lívsins træi. Keldurnar og miðlarnir siga ofta ymisk ting um ávís aspekt við gudalæruni. Onkur metir, at Helheimur er kongaríkið í Nivlheimi, og at niðast í Helheimi er Nivlhel, sum inniheldur eina Yggrasil-rót og tær verstu av teimum verstu sálunum, sum straffast av Niðhøggi og hennara børnum. So er eisini óvissa um Svartálvaheim og Niðavellir. man kann eisini síggja teir nýggju heimirnir sum Ásgarð, Vanaheim, Álvaheim, Miðgarð, Jøtunheim, Svartálvaheimur, Niðavellir og Nivlheim (sum inniheldur Helheim og Nivlhel.

300
Í stuttum, hvat hildu Immanuel Kant, Jeremy Bentham og John Stuart Mill?

Kant - tað rættasta etiska at gera, er at hugsa um sinnalagið (dygdaretikkur) og pliktina (pliktetikkur)

Bentham - tað handlar ikki um sinnalag ella plikt, men úrslit (gagnetikkur)

Mill - eisini úrslit (gagnetikkur)

400

Hvat er makro og mikrokosmos?

  • Makrokosmos merkir “stóri heimurin” og sipar alheimurin, náttúran, samfelagið og alt tað, ið er uttanfyri okkum. 

  • Mikrokosmos merkir “lítli heimurin”, og tað er menniskjan sjálv. T.v.s at mann er ein lítil útgáva av alheiminum, við kenslum, likami og sál.

400

Hvat er inkarnatión í kristindóminum?

Jesu føðing er fyrsta undurverkið, sum er knýtt at Jesusi. Tað merkir at Gud bleiv menniskja av kjøti og blóði. Jesus er gitin av heilaga andanum og føddur av Mariu moy. Jesus er sostatt bæði Guðs sonur og menniskjasonur.

400

Hvat sigur bortið úr koranini (sura 10, ørindi 36-47) um sjálva koranina og trúnna?

At ongin kundi funni uppá hana uttan Allah, at trúgv er eitt persónligt væl og at “Guð ger ikki órætt móti menniskjum; menniskjan ger órætt móti sær sjálvum”

400

Greið frá fylgjandi hugtøkunum, og gev eitt dømi úr norrønu gudalæruni, um hvussu tað kann brúkast: Animisma - Hieros Gamos - Mana - Náttúrureligión - Sirkuler lívsáskoðan - Tabu - Totalitetur


Animisma - alt hevur eina sál

Hieros Gamos - Fruktbærisritual, har tað kvinnuliga og tað mannliga renna saman í tí heilaga brúdleypinum fyri at skapa fortreyt fyri fruktbæri 

Mana - fínt religiøst orð fyri vibes

Náttúrureligión - náttúran sum ella sum partur av tí heilaga. Animisma er eitt dømi.Oftast eru fáar til ongar skrivligar keldur

Sirkuler lívsáskoðan - Tað, at heimurin fer at enda og byrja av nýggjum, so lívið hjá einstaka er partur av tí størra heila

Tabu - er sum ein reglugerð fyri at varðveita kosmos og beina fyri kaosi. er okkurt tabu, er tað vandamikið ella skaðandi at fáast við tosa um. í dag nýtist tað sum ein lýsing av einum evni, sum man generelt ikki tosar um.

totalitetur - tað, at alt er partur av tí heilaga - ongin gerð er sekuler

400

Greið frá í stuttum, hvussu man kann greina ein tekst um etikk.

1. Lýs tekstin: Tekstaslag, tíð, stað (miðil), rithøvundur, context (hví er teksturin skrivaður). 2. Greina og tulka: Bygnaður, brot við yvirskriftum, evni, sjónarhorn, hvussu rithøvundurin kemur fram til sjónarmiðið (grundgeving), grundgevingar fyri ella ímóti, menniskja- og samfelagsfatan aftanfyri sjónarmið, málsligar snildir (etos, patos, logos og yvirtalingarsnildir), hvat tað veruliga endamálið er (manipulerandi?), slag/sløg av etikki. 3. Frásjónargerð: met um, fyriskipaða evnið, samanburður við kent tilfar, sjálvvaldur samanburður. 4. Samanumtøka og niðurstøða: Søgulig frásjónargerð, samanumtøka av greining og tulking, egin meining + grundgeving.

500

Hvat meintu Cicero og Augustin um upprunanum av orðinum "religión". Hvørjir eru munirirnir og týdningarnir á fatanunum?

Cicero: At tað kemur frá latíska "relegere", sum merkir at lesa um og endurtaka. Í rómverskari mentan, varð dentur lagdur á neyva endurtøku av seremonium (ceremonies). Allýsingin riggar sera væl til rómversku fatanina/gudalæruna, tí at har hava ritualini stóran týdning.

Augustin: At tað kemur frá tí latínska "religare", sum merkir at knýta saman. Stovnurin í orðinum er "...lig..." (í dag "liga" eins og Superliga ella Bundesliga) og tað merkir í hesum førum bólkur. Av tí at kristindómur leggur serliga stóran dent á sambandið millum Guð og menniskja og trúnna á Guð, riggar allýsingin hjá Augustin væl við kristindómin og aðrar religiónir, sum eru grundaðar serliga í trúgv, heldur enn í ritualum.

500

Hvat snýr fyrsta mósibók (kap 1-3) seg um?

Skapanin, menniskja í Eden og syndafallið

500

Hvat merkir iman og ihsan, ið eru tvey hugtøk, ið vera nevnt í Gabriels hadith?

  • Iman snýr seg um tað innara, also hvat, ið ein muslimur skal trúgva við hjartanum. Tað fevnir um tær seks trúðargreinirnar.

  • Ihsan er tað at tilbiðja Allah sum tú sær hann, hóast tú ikki ger, tí hann sær teg.

500

Greið stutt frá um fylgjandi keldurnar, og met um, hvussu rithøvundarnir skoða norrønu gudalæruna: Ibn Fadlan: Høvdingajarðarferð við ánna Volga, Thietmar um kultina í Lejre, Adam frá Bremen: Kultin í Uppsala, Snorri Sturluson: Sigurð Jals blót

 

Fadlan - hann var vitni til høvdinga jarðarferð og heldur illa um norrøna gudalæru; Thietmar - um eina blót-ritual. hella negativ áskoðan; Adam - um hovið í Uppsala. har er eitt halgidómi. ein partur er menniskja bygdur við standmyndum av Tóri, Óðini, og Froyr. hin parturin er eitt træð og ein kelda. keldan nýtist at ofra. eisini negativ áskoðan

Keldurnar eru sæddar uttan, og rithøvundarnir eru nakað ovfarnir og ræddir, tá ið teir síggja ritualini hjá víkingunum, sum halda nakað tað sama um ritualini hjá hinum

500

Hvørja etiska fatan munna kristin fólk hava, og hví?

Deontology: Guðs moralur er absoluttur. Tað eru fundamentalar lógir, sum snúgva seg um etikk - Tíggju boðini (Pliktetikkur). Joseph Fletcher argumenterar tó, at kærleiki er felagsnevnarin í etikki, og at hann skal hevjast yvir "objektivu" reglugerðina (flótandi dydgaretikkur, altso tað handlar um endamál). Eisini er eitt hugtak, sum eitur "Imitatio Christi", altso "herming av Kristussi", sum inniber, at man skal royna at fylgja og liva eftir virðunum hjá Jesusi (dygdaretikkur)