Hvussu eita teir tríggir vísu mennirnir, ið komu við gávum til nýfødda Jesubarnið?
(ikki tricky quiz)
Hvørjir eru Kaspar, Melkior og Baltasar?
Hetta er eitt plagg, ið J. D. Vance kritiseraði forseta Zelenskiy fyri ikki at vera ílatnan, tá ið hann vitjaði hvíta húsið í Washington D.C.
Hvat er eitt jakkasett?
Føroyska hondbóltslandsliðið vann 27-25 móti Spania í HM í hondbólti. Hesin málverjin átti stóran part í hesum søguliga sigrinum
Hvør er Rakul Wardum?
Hetta er navnið á nýggja pávanum (pávanavnið)
hvør er Leo 14.?
Hvør podcastari hevði eina 2-3 tíma langa samrøðu við mest elskaða/hataða mann í okt 2024
Hvør er Joe Rogan?
Hvat er stjørnutekinið tíðarskeiðið 22. desembur til 20. januar
Hvat er steingeitin?
Løgtingið samtykti í desembur at loyva fría fosturtøku innan fyri hetta tíðarmarkið
Hvat er 12 vikur?
Í 2025 gjørdist hendan bamsan, ið hevur eitt ónt andlitsútrykk og er sniðgjørd av Kasing Lung úr Hong Kong, heimskend
Hvat er ein labubu?
Novo Nordisk mátti í 2025 siga farvæl við fleiri túsund starvsfólk, sum vórðu sett í starv, tí tað gekk so væl við søluni av millum annað hesum diabates-medisininum
Hvat er Ozempic?
Jeff Bezos sendi í 2025 hesa popp-sangarinnuna út í rúmdina
Hvør er Katy Perry?
Í Lukasarevangelienum hoyra vit m.a. hesa søguna um næstakærleika, sum omma ofta sigur frá, har ein prestur gongur beint forbí ein mann, ið er fallin í ránsmannahendur og komin til skaða. Hendan søgan setur kenda spurningin, hvør er næsti tín.
Hvat er "Tann miskunsami samáriubúgvin"?
Hvussu eitur báturin, ið avloysti Smyril, ið silgdi við opnum hekkuportrið í 2025?
Hvat er Galaxy?
Netflix-heimildarfilmurin Rebel Royals snýr seg um Shamam Durek og hesa prinsessuna
Hvør er prinsessa Martha Louise?
Á hesum savninum vórðu juvelar fyri yvir 700 milliónir stolnir í 2025
Hvat er Louvre savnið?
Hvør teknifilmur fyllir allar biografar í USA fyri tíðina?
(bíbilskur filmur)
Hvat er Kpop Demon Hunters?
Hvør gjørdist føroyameistari hjá 8-mannafarinum 2025
Ørvur
Í 2025 segði Donald Trump at hann skuldi gera Gaza til eitt ferðastað undir hesum heitinum
Hvat er the Middle East Riviera?
Hetta er nýggja navnið hjá Andrew prinsi, síðani hann mátti leggja frá sær prinsatittulin vegna fleiri skandalur
Hvør er Andrew Mountbatten Windsor?
Eftir at Kastrup mátti fyribils stongja vegna dronur, staðfesti danska forsvarið at talan var um hetta slagi av álopi
Hvat er eitt hybridangreb?
Hetta er navnið á sanginum, sum Sissal umboðaði Danmark við, tá ið Danmark fyri fyrstu ferð kom víðari til Eurovision síðan 2019
Hvat er Hallucination?
Hvat er danska "FBI"
PET
Sólbjørg Jacobsen.....hvønn flokk
Liberal Alliance
Hesin høgravendi politiski aktivisturin varð í 2025 skotin, meðan hann diskuteraði við lesandi á Utah Valley University
Hvør er Charlie Kirk?
Hesin danski pengaseðilin varð avskaffaður í 2025
Hvat er 1000 krónuseðilin?
Hesin sangarin upptraðkaði á Super Bowl Half Time Show
Hvør er Kendrick Lamar?