Hvussu eitur føroyski tjóðfuglurin?
Tjaldur
Hvussu eitur borgarstjórin?
Dávur Juul
Súrlig planta, har reyði stelkurin er etandi, men bløðini eru eitrað (ofta brúkt til dessertir)
Rabarba
Sjáldan verður ...
Sjáldan verður forvitin fegin
Sangur, ið H.A. Djurhuus hevur yrkt og Jógvan á Lakjuni gjørt lag. "Minst tó til, at tá tey óndu flenna, skalt tú halda hjarta reint og gott."
Gakk tú tryggur
Hvør er tjóðarblóman í Føroyum?
Sólja (Mýrusólja)
Hvørjar bygdir hoyra til Fuglafjarðar kommunu?
Fuglafjørður, Kambsdalur og Hellur
Navnið á fiskaeggum.
Rogn
Skjótt er ...
Skjótt er skitið verk.
Sangur, ið snýr seg um, at takka fyri, alt vit hava og ikki klaga um t.d.veður og vind.
Fyri allar gávur
Hvussu eitur hesin fiskurin?
Krutt
Hvussu eitur reiðaríið, ið eigur skipini Akraberg, Høgaberg og Fagraberg?
Framherji
Hetta er navnið á einum fronskum grønmetisrætti og einum disney filmi, ið snýr seg um eina rottu.
Ratatouille
Betri er bøtandi hond
Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga.
Sangur, ið Mikkjal á Ryggi hevur yrkt, har mittasta regla ljóðar "glaðan hug til dagsins trev".
Faðir, fylg mær henda dag
Runt havdjór, ið hevur spískar pinnar og rørir seg eftir havbotninum - ofta í fjøruni.
Igulker
Hvat standa bókstavirnir KJ fyri hjá stóru fyritøkuni á Kambsdali?
Kári Johannesen
Hjálparfelagsskapur, ið arbeiðir við flótta- og neyðhjálp um allan heimin.
Reyði Krossur
Tað grør ikki ...
Tað grør ikki gras um gangandi fót.
Hvussu ljóðar 3. ørindi í "Gleðilig jól"?
3. Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:
Hvør gongustjørna er nærmast jørðini?
Venus
Hvussu eitur vegurin, har skúlin er?
Mirmansvegur
Land í Evropa við høvuðstaðnum Bukarest.
Rumenia
Vinarlig orð eru dýrur hunangur, ...
Vinarlig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini.
Hvør hevur týtt sangin "Mána og sól"?
Frits Johannesen