Nervalag
Vøddar
Aerob venjing
Anaerob venjing
Totalt ymiskt
100

Hvat er ein synapsa?

Har tvær nervakyknur møtast

100

Hvørjar typur av vøddafiprum eru?

Typa 1 og typa 2 (a og x).

100

Hvør er munurin á aerobari og anaerobari venjing?

Aerob venjing er við ilt - Anaerob venjing er uttan ilt.

100

Hvat eyðkennir intensitetin í anaerobari venjing? 

Altíð sera høgur intensitetur

100

Hví eru vit 1 cm lægri um kvøldið enn um morgunin? 

Tí bróski ml. liðir verður trýst saman og fær sín upprunaliga form aftur, tá vit hvíla. 

200

Hvat er endamálið við myotatiska refleksinum? 

At menna kraft og at verja vøddan, so hann ikki skrædnar

200

Nevn 2 ítróttargreinar, har tað serliga er gott at hava nógvar typu-2 vøddafiprar. 

100m sprint, vektlyfting osv.

200

Nevn 3 ítróttargreinar, sum eru serliga aerobar

Marathon, súkkling, svimjing - langir teinar.

200

Anaerob venjing verður greina í tvey sløg - tey eru?

Skjótleikavenjing og skjótleikatreystisvenjing

200

Hvat er eystasta bygdin í føroyum?

Hattarvík

300

Hvørjar jonir streyma inn í nervakyknuna, tá hon verður stimbra?

Positivt løddar Na+ jonir.

300

Nevn 2 sereyðkenni hjá typu 1 vøddafiprum

Nógvar háræðrar, mitokondriur, oxidativar kveikar, úthaldandi, reyðir, seinir...

300

Hvat er VO2-max?

Maksimal iltupptøka

300

Hvat er eitt annað orð fyri sýruvenjing?

Kapasitetsvenjing

300

Hvat djór hevur sterkasta bit? (í verandi løtu)

Saltvatnskrokodilla

400

Hvør er spenningurin á hvíldarmembranpotentialinum (mV)? 

-70 mV

400

Størsti parturin av vøddakyknuni stendur av myofiprillum, sum eru long bundi av proteintræðrum. Hvørji protein er talan serliga um?

Aktin og myosin

400

Hvat er tað sum avger, hvat slag av aerobari venjing ein ger?

Arbeiðspulsurin í mun til maksimalan puls

400

Hvørjar broytingar fara fram í kroppinum av anaerobari venjing? (nevn 3 ting)

ATP, KrP og Glykolysa økist - fleiri enzym. Maksimal iltupptøka økist..., vøddastyrki.

400

Í fyrsta Lord of the Rings filminum - "The fellowship of the ring" er eitt lið, sum fer úr Rivendell at basa ringinum. Hvussu nógv eru tey?

9

500

Hvat er markvirðið (mV), áðrenn eitt aktiónspotentialið tekur seg fram?

-55 mV

500

Tá ein vøddi trekkir seg saman koma boð frá nervakyknum til T-rørini í vøddakyknunum og síðan víðari til sarkoplasmatiska retikulum (SR). Hvat er tað SR loyvir út í kyknuvætuna, tá boð verða send um hetta?

Calcium jonum (Ca2+). - Ca2+ bindur seg síðan í troponin og ger at sambindingarstøðini á aktininum verða atkomulig.

500

Hvørjar tillagingar eru farnar fram í kroppinum, tá ein hevur fingið betri konditión? (nevn minst 3)

Hjarta verður sterkari, størri hjartarúmd, fleiri háræðrar, mitokondriur, myoglobin osv...

500

Hvat hendir, tá ein fær størri buffarakapasitet? 

Tú klárar at varðveita góða avrikið longri og við minni laktat/mjólkasýru

500

Hvussu eitur gudurin, ið verjir ælabogabrúnna, Bivrøst, sum fer úr Miðgarði til teir Norrønu Gudarnar?

Heimdallur