N&T
Fuglafjørður
Tað byrjar við R
Orðatøk
Morgunsangur
100

Hvussu eitur føroyski tjóðfuglurin?

Tjaldur

100

Hvussu eitur borgarstjórin?

Dávur Juul

100

Súrlig planta, har reyði stelkurin er etandi, men bløðini eru eitrað (ofta brúkt til dessertir)

Rabarba

100

Sjáldan verður ...

Sjáldan verður forvitin fegin

100

Sangur, ið H.A. Djurhuus hevur yrkt og Jógvan á Lakjuni gjørt lag. "Minst tó til, at tá tey óndu flenna, skalt tú halda hjarta reint og gott."

Gakk tú tryggur

200

Hvør er tjóðarblóman í Føroyum?

Sólja (Mýrusólja)

200

Hvørjar bygdir hoyra til Fuglafjarðar kommunu?

Fuglafjørður, Kambsdalur og Hellur

200

Navnið á fiskaeggum.

Rogn

200

Skjótt er ...

Skjótt er skitið verk.

200

Sangur, ið snýr seg um, at takka fyri, alt vit hava og ikki klaga um t.d.veður og vind.

Fyri allar gávur

300

Hvussu eitur hesin fiskurin?

Krutt

300

Hvussu eitur reiðaríið, ið eigur skipini Akraberg, Høgaberg og Fagraberg?

Framherji

300

Hetta er navnið á einum fronskum grønmetisrætti og einum disney filmi, ið snýr seg um eina rottu.

Ratatouille

300

Betri er bøtandi hond

Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga.

300

Sangur, ið Mikkjal á Ryggi hevur yrkt, har mittasta regla ljóðar "glaðan hug til dagsins trev".

Faðir, fylg mær henda dag

400

Runt havdjór, ið hevur spískar pinnar og rørir seg eftir havbotninum - ofta í fjøruni.

Igulker

400

Hvat standa bókstavirnir KJ fyri hjá stóru fyritøkuni á Kambsdali?

Kári Johannesen

400

Hjálparfelagsskapur, ið arbeiðir við flótta- og neyðhjálp um allan heimin.

Reyði Krossur

400

Tað grør ikki ...

Tað grør ikki gras um gangandi fót.

400

Hvussu ljóðar 3. ørindi í "Gleðilig jól"?

3. Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:

500

Hvør gongustjørna er nærmast jørðini?

Venus

500

Hvussu eitur vegurin, har skúlin er?

Mirmansvegur

500

Land í Evropa við høvuðstaðnum Bukarest.

Rumenia

500

Vinarlig orð eru dýrur hunangur, ...

Vinarlig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini.

500

Hvør hevur týtt sangin "Mána og sól"?

Frits Johannesen

M
e
n
u